Bogi Selfoss lokið skrivstovuútbúgving
01.10.2010

Bogi Selfoss lokið skrivstovuútbúgving

30. septembur 2010 var Bogi Selfoss liðugur við sína skrivstovuútbúgving við sergrein í Fyrisiting.

Bogi kom í læru hjá p/f Vága Floghavn 1. oktobur 2008. Hann hevði frammanundan tikið hægri handilsskúlaprógv. Í lærutíðini hevur hann somuleiðis tikið ymsar lærugreinar í Føroya Handilsskúla.

Nú Bogi hevur lokið skrivstovuútbúgving byrjar hann í starvi sum varaformaður í sp/f Barðið í Sørvági.