Parkering

PARKERING 

Vælkomin á parkeringsøkið hjá Vága Floghavn. Yvirskipað eru hesar reglur galdandi fyri parkering á økinum hjá Vága Floghavn. Tú kanst lesa nærri um treytirnar fyri parkering niðanfyri og tilhoyrandi leinkjum.

Sjálvvirkandi innskriving

Tá ið tú hevur sett bilin frá tær á einum av merktu P-básunum, ert tú sjálvvirkandi innskrivað/ur í parkeringsskipanina. Vakmyndatól eru á økinum.

Kostnaður fyri parkering

Fyrstu tveir tímarnir eru ókeypis. Síðani rindar tú sambært galdandi prísyvirliti, sum er at finna á hesi leinkju gjald fyri parkering.

Gjaldsmøguleikar

Tú kanst rinda fyri parkeringina á gjaldsautomatunum á staðnum. Eisini er møguleiki at brúka Easypark appina at rinda við.

Um tú gloymir at rinda, áðrenn tú fert av økinum, ber til - innan 72 tímar eftir lokna parkering - at rinda umvegis heimasíðu okkara, sí eisini Leinkja til gjaldssíðuna er her

Um tú ikki hevur rindað fyri parkeringina innan 72 tímar eftir loknað parkering, senda vit tær rokning við postinum. Tá verður eitt ómaksgjald lagt afturat parkeringsgjaldinum.

Viðgerð av persónsupplýsingum

Tá ið tú koyrir inn á øki hjá Vága Floghavn, verða upplýsingar um akfarið skrásettar. Skrásettu upplýsingarnar verða nýttar til avgreiðslu av gjalding, hagtalsgreining og til tess at handhevja treytirnar fyri parkering. Við gjaldsautomatirnar og á hesi leinkju finst nærri kunning um persónsupplýsingar, ið verða skrásettar og viðgjørdar í sambandi við parkeringina.

Parkeringsøkini

Parkeringsøkið er býtt sundur í økir. Økini P1, P2 og P3 eru ætlaði til ferðafólk. Økið P4 er ætlað til leigubilar og el-bilar. Hini parkerinsøkini eru ætlaði til starvsfólk á flogvøllinum.

Árshald

Hjá fólki, ið tíðum ferðast um Vága Floghavn við bili, er møguligt at keypa eitt árshald. Kostnaðurin fyri eitt árshald sæst á galdandi yvirliti yvir parkeringsgjøld.

Set teg í samband við skrivstovuna hjá Vága Floghavn tel. 35 44 00 ella við at senda ein teldupost til fae[ a]fae.fo fyri at tekna árshald.

Ymiskt

Vága Floghavn átekur sær ikki ábyrgd fyri, um skaði hendir á bilin, ímeðan hann stendur parkeraður á parkeringsøkinum.

Eru spurningar viðvíkjandi parkering, kanst tú seta teg í samb. við okkum á tel. 35 44 00 (millum klokkan 9-16 gerandisdagar), ella skriva ein teldupost til fae[ a]fae.fo.

Starvsfólkaparkering

Bert starvsfólk o.o. við parkeringsloyvi, og sjónligum frámerki í bilinum hava loyvi at parkera á starvsfólkaparkeringini. Um onnur enn starvsfólk parkera har, verður parkeringsbót givin.