
KAFÉ VÁGAR
Gevið gætur, at øll mat- og skeinkingarstøð á flogvøllinum eru stongd, meðan fyribyrgjandi tiltøkini vegna Covid-19 standa við.
Tó hevur Dutyfree handilin opið sum vant.
Tað eru tvey mat- og skeinkingarstøð á flogvøllinum.
Inni á Dutyfree-økinum í fráfaringarhøllini er Flogkaffi FAE, sum hevur eina fjølbroytta matskrá og ymsar drykkjuvørur.
Í innskrivingarhøllini er ein minni café - Kafé Vágar - við køldum rættum, kaffi, te, sodavatn og øðrum leskiligum.