Vága Floghavn fingið nýggjan samleika og nýggja heimasíðu
02.02.2010

Vága Floghavn fingið nýggjan samleika og nýggja heimasíðu

Við støðið í virðisorðunum “tænasta, dygd og trygd” hevur Vága Floghavn fingið nýggjan samleika og nýggja heimasíðu. Eftir at Vága Floghavn varð stovnað sum alment partafelag 14. juni 2007, hevur felagið haft tørv á at broyta sín samleika, so hann avspeglar nýggja veruleikan.

Vága Floghavn er ein miðdepil fyri ferðandi, har fólk koma og fara. P/f Vága Floghavn stendur fyri rakstrinum av Vága Floghavn. Tey umleið 30 starvsfólkini virka fyri, at tað skal vera gott og trygt at ferðast um flogvøllin, sum er portrið millum Føroyar og útheimin.

Aðrar týðandi uppgávur eru at virka fyri, at hava ein rakstur á sunnum handilsligum grundarlagi, útbygging av flogvøllinum og farstøðini, eins og støðug menning av virkseminum annars.

Nýggja búmerkið tekur støðið í stavunum ”FAE”, sum eru altjóða eykennisstavirnir hjá Vága Floghavn. Við hesum verður fyrst og fremst sagt hvar og hvat tað snýr seg um, líka mikið hvar í heiminum búmerkið verður víst. Búmerkið er einfalt og tíðarleyst, soleiðis at tað lættliga kann nýtast til ymsu málbólkarnar.

Blái liturin vísur tryggleika, álvarsemi og myndugleika. Liturin staðfestir, at fundamentið er sterkt. Grøni liturin er lívið í og rundanum tað trygga. Tað eru oyggjarnar og fólkini, tað, sum skapar lív og dynamikk og er eitt mótspæl til tað mynduga.

Skriftin, sum eitur Clan, er nútímans, men kortini klassisk. Hon er bleyt og vinarlig, men hevur samstundis rættan rygg og er álvarsom.

Nýggja heimasíðan tekur støðið í nýggja samleikanum, og sýnist einkul og myndug. Tað er lætt at finna runt á síðuni og til ber at fáa skjóta kunning um eitt nú fráferðir og komur, parkeringsviðurskifti og hvussu tú kemur til og frá flogvøllinum. Eisini kunnu áhugaverd hagtøl um ferðafólkatal leitast fram.

Tað er samskiftisfyritøkan Sansir sum hevur staðið fyri nýggja samleikanum og nýggju heimasíðuni hjá Vága Floghavn.