Vága Floghavn er nú størri enn Aarhus Lufthavn
03.09.2017

Vága Floghavn er nú størri enn Aarhus Lufthavn

Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur áfram, og nú er Vága Floghavn størri enn Aarhus Lufthavn.

Áhaldandi vøksturin í ferðafólkatalinum helt fram í august, tá 41.162 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn. Talan var um ein vøkstur á 21,3% í mun til august 2016. Higartil í ár eru 242,197 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin, og samlaði vøksturin frá januar til august er 16,1%.

Størri enn Aarhus Lufthavn

Áhaldandi vøksturin seinastu árini, síðan banin varð longdur og aðrar íløgur hava ment umstøðurnar við flogvøllin, umframt miðvísu marknaðarføringina hjá Visit Faroe Islands og føroyskari ferðavinnu, hevur nú við sær, at Vága Floghavn hevur fleiri ferðandi enn Aarhus Lufthavn.

Aarhus Lufthavn hevur seinastu nógvu árini verið fjórstørsta floghavn í danska kongaríkinum. Størsti flogvøllur í kongaríkinum er Kastrup. Síðan kemur Billund og Aalborg. Nú er flogvøllurin í Føroyum farin fram um Aarhus Lufthavn og er sostatt fjórstørsti flogvøllur í kongaríkinum.

Fram til og við august eru sum áður nevnt 242,197 ferðafólk komin og farin umvegis Vága Floghavn, hetta eru umleið 6000 ferðafólk fleiri enn tey sum hava ferðast umvegis Aarhus Lufthavn.

Framhaldandi menning av flogvøllinum í Vágum

Tað verður miðvíst arbeitt við at menna umstøðurnar við flogvøllin í Vágum. Seinastu tíðina eru íløgur gjørdar í at lætta um hjá ferðafólkum at avgreiða øll síni viðurskifti sjálvi. Umframt hetta hevur flogvøllurin gjørt eina íløgu í ein størri og betri fraktscannara, sum ger tað nógv skjótari og lættari at avgreiða frakt á flogvøllinum. Eisini eru nú 820 parkeringspláss á flogvøllinum í mun til tey 360 parkeringsplássini, sum hava verið.

”Vit mugu ásanna ,at vøksturin gevur okkum møguleikar at gera umstøðurnar enn betri”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.