Tollfrítt samstarv ímillum Atlantic Airways og Vága Floghavn
20.02.2014

Tollfrítt samstarv ímillum Atlantic Airways og Vága Floghavn

Pf. Vága Floghavn og Pf. Atlantic Airways fara nú at samstarva um tollfríu søluna á flogvøllinum. Undir stovnan er nýtt óheft felag, ið skal reka søluna, og sum fyritøkurnar fara at eiga hvør sín helming av.

Handilsøkið, ið er 625 fermetrar, verður í nýggju farstøðini. Handilin kemur at hava eitt breitt úrval av útlendskum og føroyskum vørum.

Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn og Marius Davidsen, fíggjarstjóri hjá Atlantic Airways, skrivaðu í dag undir samstarvsavtaluna. Báðir partar eru væl nøgdir við avtaluna og sannførdir um, at hetta er besta loysnin fyri feløgini og viðskiftafólkini. Við hesum hevur Atlantic Airways samstundis slept ætlanini um aftur at selja tollfrítt í flogførunum.

Jákup Sverri Kass sigur, at uppgáva hansara í hesum máli hevur verið at funnið ta bestu loysnina fyri Vága Floghavn.

“Vága Floghavn er eitt alment partafelag. Mál okkara er ikki at skapa stórt yvirskot, men vit mugu tryggja ein sunnan rakstur. So tá henda avtala er tann besta fyri okkum, so er hon eisini tann besta fyri viðskiftafólk okkara, tí inntøkurnar verða brúktar til frama fyri tey. Ein sunnur rakstur merkir, at ferðafólk og flogfeløg fáa betri tænastur og lægri prísir,” greiðir Jákup Sverri Kass frá.

Tollfría sølan hjá Vága Floghavn og Atlantic Airways letur upp í summar, tá ið nýggja farstøðin ætlandi verður tikin í nýtslu.