Sjálvvirkin skannaraskipan til boardingkort tikin í brúk í dag
11.01.2017

Sjálvvirkin skannaraskipan til boardingkort tikin í brúk í dag

Vága Floghavn hevur í  dag tikið í brúk eina sjálvvirkandi skipan sum lesur boardingkort hjá teimum ferðandi. Higartil hevur hetta verið gjørt av trygdarfólkum á flogvøllinum.

Flogvøllurin hevur nú tveir sjálvvirkandi skannarir til boardingkort. Eitt av portrunum er breiðari enn hitt soleiðis at ferðafólk sum eru bundin at koyristóli, ómakaleyst kunnu nýta sjálvvirkandi skipanina.

”Hetta er í tráð við okkara menningarætlan, har vit allatíðina arbeiða fram ímóti at hava framkomnar skipanir, sum kunnu tryggja teimum ferðandi eina skjóta og lætta avgreiðslu á flogvøllinum”, sigur Jákup Sverri Kass stjóri á flogvøllinum.

Á myndini eru Atli Joensen, Góðsku- og KT leiðari, Bent Jákup Hansen, trygdarleiðari og Sunnuva Egilstoft, trygdar- og reingerðarfólk.