Leinging av flogbreyt - Arbeiðsstøðan
10.11.2011

Leinging av flogbreyt - Arbeiðsstøðan

Arbeitt er nú í góðar átjan mánaðar, og ein lítil mánaður er eftir av arbeiðstíðarskeiðinum.

Uppfyllingin eystan- og vestanfyri eru komin upp í hædd, útleggjan av skervi og fínplaneringin er liðug og flogbreytin er asfalterað.

Arbeiðið at leggja leiðingar og kaðalar er komið væl áleiðis og nógv av nýggju flogbreytarútgerðini er íbundin og sett upp.
Eitt nú, eru nýggju innflúgvingarljósini eystan- og vestanfyri virkin og nýggja localizara antennan, ið gevur kósina til innflúgving eystanifrá, er sett upp.

Boyu projekt
Tvær boyur eru flotaðar út á Vatnið til blunkljós. Boyurnar eru gjørdar sum offshore konstruktiónir, og verða hildnar undir vatnskorpuni við betongkassum, sum eru lagdir á botnin. Bert festini til blunkljósini eru omanfyri vatnskorpuna.