Forkunnug vitjan á flogvøllinum
19.09.2016

Forkunnug vitjan á flogvøllinum

Gongdin við at fleiri og fleir smærri flogfør vitja flogvøllin heldur áfram.

Tíðliga mánamorgunin lendi enn eitt av teimum smærri flogførunum. Hesaferð eitt flogfar av slagnum, Gulfstream, sum er skrásett í Slat Lake City, Utah. Flogfari hevur pláss fyri 20 ferðafólkum og heldur leiðina víðari til Bergen týsmorgunin 20. septembur.