Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn í juli var yvir 50.000
01.08.2017

Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn í juli var yvir 50.000

Ferðafólkatalið umvegis Vága Floghavn í juli var yvir 50.000. Juli 2017 fer í søguna sum tann einstaki mánaðin, sum hevur givið nógv flest ferðafólk til og frá Vága Floghavn. Í juli komu og fóru 51.765 umvegis flogvøllin. Hetta er ein vøkstur á 20,5% um vit samanbera við juli 2016.
Higartil í ár eru tilsamans 201.035 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin. Hetta er ein samlaður vøkstur á 15,1% ella 26.330 fleiri enn somu tíð í 2016.
Stóri vøksturin setur fleiri krøv til flogvøllin
“Útbýggingin av parkeringsøkinum er komin í tøkum tíma. Vit hava nú umleið 800 parkeringspláss til ferðafólk, í mun tey 360 parkeringsplássini, sum vit høvdu frammanundan”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
Arbeiðið við at útbyggja parkeringsøkið gongur væl, og í næstum verður farið undir at byggja lonir til ferðafólk, soleiðis at tey sum parkera, koma undir tak væl fyrr enn talan er um í dag.
Vága Floghavn hevur eisini merkt eina stóra framgongd í flutninginum av frakt til og frá vøllinum, og hetta setur eisini hægri krøv til útgerðina.
Ein nýggur frakt-skannari er komin, og verður settur upp í næstum. Skannarin kann m.a. taka plattar og er umleið dubult so stórur sum tann gamli skannarin frá 2002.
Harumframt er ætlanin í næstum at taka ein nýggjan skannara í brúk viðvíkjandi trygdareftirlitinum, soleiðis at tað verða tvær bíðirøðir og ikki bara tann eina, sum í dag, og hetta styttur munandi um bíðitíðina við trygdargeiran.
”Vøksturin er størri enn vit høvdu væntað. Vit høvdu væntað at vøksturin á ferðafólkatalinum í 2017 fór at vera umleið 10%. Higartil í ár eru vøksturin sum áður nevnt 15,1%, og tað er greitt at flogvøllurin má gera íløgur fyri at fylgja við stóra vøkstrinum í ferðafólkatalinum. Hóast stóra vøksturin í juli hevur gingið sera væl at avgreiða øll ferðafólkini”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.