03.10.2016
Airbus 321neo vitjaði flogvøllin
Sunnudagin 2. oktobur hevði Airbus eina royndarflúgving við Vágar við teirra nýggja A321neo. Flogfari gjørdi fleiri royndarflúgvingar frá vestri og eystri.
Vága Floghavn hevur fingið afturmelding frá Airbus um, at royndartúrurin eydnaðist til fullnar, og vóru væl nøgd við tænastuna.
Hetta er seinnuferð í ár, at Airbus hevur valgt at gera royndarflúgvingar við flogvøllinum í Vágum. Í juli royndarflugu tey saman Lufthansa eitt Airbus 320neo.