13.06.2012

Vøksturin í ferðafólkatalinum heldur áfram

Tað er nógv sum bendur á, at fleiri ferðafólk koma at ferðast um Vága Floghavn í 2012 samanborið við 2011.

Í mai í ár ferðaðust 18.635 ferðafólk umvegis Vága Floghavn; samanborið við 17.963 ferðafólk í mai 2011. Hetta er ein vøksur uppá 3.7%

Fyrstu fimm mánaðirnar í 2012 hava í alt 74.799 ferðafólk ferðast um flogvøllin; hetta er 4.342 ferðafólk fleiri enn undanfarna ár svarandi til ein samlaðan vøkstur uppá 6.2%.

Vága Floghavn brynjar seg nú til at veita eina góða tænastu í sambandi við komandi oljuboringina í Brugduni II, sum Statoil er fyristøðufelag fyri.

Harumframt fegnast Vága Floghavn um, at Atlantic Airways hevur meldað út, at tey nú fara undir at flúgva ímillum Føroyar og Bergen alt árið. Hetta kemur vónandi at økja um áhugan fyri Føroyum í Noregi, og so líðandi at menna sambondini og ferðsluna ímillum londini bæði enn meira.

Komandi sunnudag fer Atlantic Airways undir beinleiðis flúgving til Barcelona. Flogið verður hvønn sunnudag fram til 19. august. Spennandi verður at síggja hvussu hetta fer at roynast.

Ferðafólkakanning í maj/juni
Gallup Føroyar hevur nú gjørt tilsamans seks kanningar fyri Vága Floghavn og VisitFaroeIslands. Í juni 2011, í august 2011 og í november 2011. Fyrsta kanningin í 2012 varð gjørd í februar, onnur um páskirnar og triðja kanning er gjørd um mánaðarskiftið mai/juni 2012 – áðrenn háárstíðin byrjar.

Seinasta kanningin vísir, at 39% av ferðfólkunum vóru ávegis til Danmarkar – í undanfarnum kanningum hevur hetta tal ligið ímillum 47 og 58%. Ikki færri enn 22% høvdu Noreg sum endaligt ferðamál, 12% Ísland og 8% skuldu til Stóra Bretlands.

Tá hugt verður at í hvørjum landi ferðafólkini búgva, sæst, at tey flestu búgva í Føroyum. Næstflest búgva í Danmark. Millum 62 og 75% av teimum, sum fara av landinum búgva í Føroyum og 16-29% í Danmark.

Fólk við bústaði í Føroyum vóru spurd, hvar endaliga ferðamálið var. Her vísir úrslitið, at umleið helvtin ferðast til Danmarkar. Tølini liggja millum 39% og 58%. Næst á listanum eru Noreg við millum 11% og 22%, síðani Stóra Bretland og Ísland við 4% - 12% og restin av Evropa 6% - 10%.

Næsta kanning verður í juli 2012