20.12.2013

Viðvíkjandi taxfree- og matarsølu í nýggju farstøðini á flogvøllinum

Fyrireikingar til gerandisdagin í nýggju farstøðini og tænastubygningunum á flogvøllinum eru væl í gongd. Í hesum sambandi eru avtalur gjørdar við flest allar leigarar. Vága Floghavn væntar at bæði farstøð og tæna-stubygningur eru liðug og klár at taka í nýtslu í mai 2014.

Í august 2013 varð rakstur av matarstøðum og taxfreesølu í hølunum hjá Vága Floghavn bjóðað út. Inn komu í alt 5 boð.

Avgjørt er, at tað verður felagið Gist & Vist sum kemur at reka matarstøðini. Gist & Vist fevnir um m.a. Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hvonn, Etika og onnur gistingar og matarstøð. Virksemi byrjar sama dag sum nýggja farstøðin letur upp.

Nevndin í Vága Floghavn hevur av strategiskum orsøkum, valgt at trekkja útboðið av taxfreesølu aftur.

Tað, at flogvallir sjálvir reka taxfreesølu frá egnum hølum, er vanligt í øllum grannalondum okkara.

”Seinastu árini hevur Atlantic Airways rikið taxfreesøluna á flogvøllinum í Vágum, og hava tey gjørt tað sera gott eftir teimum avmarkaðu umstøðunum, ið eru í gomlu farstøðini. Vit vilja eisini takka teimum fyri sera gott samstarv innan taxfreesøluna seinastu nógvu árini. Vit halda tó, at tíðin er búgvin til, at Vága Floghavn yvirtekur raksturin frá maj 2014, tá ið núverandi avtalan gongur út”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn

Vága Floghavn fer fyrst í komandi árið at gera avtalur við leverandørar, flutningsfeløg og onnur um hvussu taxfreesølan á flogvøllinum í Vágum kemur at taka sær út.
Tað er longu nú greitt at høvuðsveitari av vørum til nýggja tax-freehandilin, ið verður á flogvøllinum verður stóra týska heilsølan, ”Heinemann”.