10.05.2012

Vaksandi ferðafólkatal í Vágum

Talið av ferðafólkum, sum fór um Vága Floghavn frá 1. januar til 1. maj 2012 er hækkað við 7% 2012 samanborið við 2011.

Í januar var vøksturin 8.1%, í februar var vøksturin 4.8% og í mars var vøksturin heili 18.8%. Í apríl ferðaðust 1.2% færri umvegis Vága Floghavn. Hetta kemst helst av, at partur av páskaferðsluni í 2012 var í mars. Í 2011 lá meginparturin av páskaferðsluni í apríl.

Fyrstu 4 mánaðirnar í 2011 ferðaðust 52.494 ferðafólk umvegis Vága Floghavn. Fyrstu 4 mánaðirnar í 2012 hava 56164 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Talan er sostatt um ein vøkstur uppá 7%.

Vága Floghavn fegnast um vøksturin, og vónar, at vøksturin heldur sær og at nógv ferðsla verður umvegis Vága Floghavn í summar og til heystar.
 
Vinarliga Vága Floghavn