14.09.2010

Undangóðkenning

Heildarráðgeving
P/F Vága Floghavn bjóðar áhugaðum heildarráðgevum at søkja
um undangóðkenning í sambandi við útbyggingina av floghavnini.

Roknað verður við at útbyggingin umfatar um- og útbygging av verandi farstøð, tænastubygningum, umsitingarhølum, brandstøð, parkeringsøki, flogforplássi og ymiskum øðrum uttanumverkum.

Alt undangóðkenningartilfarið kann fáast við at venda sær til eibr@floghavn.fo.

Freist at søkja um undangóðkenning er 2010-10-29