09.12.2010

Undangóðkenning av heildarráðgevum

P/F Vága Floghavn hevur undangóðkent fýra heildarráðgevar í sambandi við útbygging av floghavnini.

Ráðgevarnir eru valdir við atliti at

- royndum við bygging undir føroyskum umstøðum
- royndum við floghavnsbyggjarí
- royndum við góðskutrygging
- nøktandi fíggjarligum umstøðum og umsetningi seinastu árini

Teir undangóðkendu ráðgevarnir eru:

- FAERPORT Konsortiið (Árni Winther Arkitektar, Selmer Nielsen Arkitektur, LBF og Sofus M. Jakobsen);
- MAP Arkitektar við fleiri;
- Fuglark við fleiri;
- Rambøll Danmark A/S við fleiri.

Ráðgevingin fevnir um uppgávur í sambandi við um- og útbygging av verandi farstøð, tænastubygningum, umsitingarhølum, brandstøð, parkeringsøki, flogforplássi og ymiskum øðrum uttanumverkum.

Teir undangóðkendu ráðgevarnir fara at luttaka í eini kapping um at veita heildarráðgeving. Karmarnir, um kappingina, og tíðarætlanin, í hesum sambandi, verða eftir ætlan klárir í januar 2011.

Vinarliga

Dávid Reinert Hansen
forstjóri
Vága Floghavn P/F