06.05.2010

Spreingiarbeiði byrjað

6. mai 2010 var fyrsta skotið latið av í sambandi við leingingina av flogbreytini í Vága Floghavn.

Tað var Landstyrismaðurin í Vinnumálum Johan Dahl, ið kl. 14.27 trýsti á knøttin og skjeyt fyrsta skotið av.

Arbeiðið, sum nú er farið í gongd, snýr seg um at leingja flogvøllin við 550 metrum. Spreingjast skullu 1,3 milliónir rúmmetrar av hellu. Dagliga verða umleið 3.500 rúmmetrar av gróti sprongdir.
Tað skulu borast 130.000 metrar av holum í helluna, sum skulu løðast við 6.200 tonsum av spreingievni.

Herumframt skulu byggjast 7 km av tænastuvegum, setast upp 10 km av girðing, og gerast 12 km av rennum, drenleidningum og føringsvegum til el-installatiónir.

Tað er P/F J. & K. Petersen, ið stendur sum arbeiðstakari.