24.02.2010

Sosialurin talar til tann primitiva innara persónin

Sosialurin brúkar tann 22. feb 2010 oddagrein sína til at skriva um falskar fortreytir fyri flogvøllin. Oddagreinin kallar á tær mest primitivu kenslurnar hjá lesaranum við at rógva upp undir falsan, mistøk og ódugnasemi. Upplýsingar og tøl, ið onki hald hava í veruleikanum, verða borðreidd sum fakta

Ein tendensiøs oddagrein, ið talar til tann innara, primitiva persónin í lesaranum, stóð í Sosialinum 22. februar.
 
“Dokumentatiónin” í greinini flýtur yvir av feilum, ið eru so burturúr langt við síðuna av, at tað er neyðugt at koma við einari rættleiðing.

Ein røð av skeivum upplýsingum
Í fyrsta broti í leiðaranum verður víst til skriv frá undirritaða um, at nýtslugjøldini hava staðið í stað í átta ár. Tað er rætt. At eg eisini geri vart við, at flogvøllurin hevur haft undirskot í sama tíðarskeiði, verður lopið um. Kunningarskrivið kann síggjast í síni heild á www.floghavn.fo.
Sosialurin sigur, at veruleikin er, at Vága Floghavn hevur ein kunda. Tað er heilt við síðuna av. Vága Floghavn hevur 200.001 kundar um árið. Teir 200.000 kundarnir eru ferðafólkini, sum ferðast um flogvøllin. Tann eini kundin er Atlantsflog, sum flýgur tey til og frá flogvøllinum.
Sosialurin sigur, at upplatingartíðin er skerd. Tað er hon ikki. Tvørturímóti er hon longd við einum tíma um morgunin.

Sosialurin sigur, at nýtslugjøldini, sum Atlantsflog rindaði Vága Floghavn í 2008, vóru 18 mió. kr. Tað vóru tey ikki. Atlantsflog rindaði í 2008 fimm mió. kr. í nýtslugjøldum til Vága Floghavn.
Sosialurin sigur, at nýtslugjøldini, sum Atlantsflog rindar í 2010, verða hækkað upp í 32 mió. kr. Tað verða tey ikki. Tey eru mett at verða millum 5,3 og 6,3 mió. kr.
Sosialurin sigur, at vøksturin í gjaldinum hjá Atlantsflog er 14 mió. kr. Tað er hann ikki. Hann verður millum 0,3 og 1 mió. kr.

Praktiskt gjald
Viðvíkjandi hinum umleið 200.000 farandi og komandi kundunum hjá okkum, so rindaðu tey ferðandi, sum fóru av landinum, í 2008, 130 kr. í part. Tilsvarandi talið fyri 2010 verður 175 kr. í part. Tey ferðandi, sum koma til landið, rinda einki.

Av praktiskum ávum verður nýtslugjaldið kravt inn av Atlantsflog saman við ferðaseðlinum og avroknað víðari til Vága Floghavn. Men hetta gjald hevur als einki við raksturin hjá Atlantsflog at gera.

Samanhangur er við prísin
Sosialurin finst at, at longri flogvøllur verður settur í samband við bíligari flogferðaseðlar. Her er sjónarmiðið hjá P/F Vága Floghavn, at við einum longri flogvølli fæst møguleiki fyri nýtslu av størri og munabetri flogførum, ið við somu manning, sum tey smærru, taka fleiri ferðandi og nýta minni brennievni fyri hvønn ferðandi.

Tað eigur at gera mun í ferðaseðlaprísinum.

Gjalda sjálvi ella undirskot á fíggjarlóg
At reka ein flogvøll kostar pengar. Tað er neyðugt hjá P/F Vága Floghavn at hava tær inntøkur, sum hoyra til ein forsvarligan og tryggan rakstur. Og tað tykist rættvíst, at tey, sum ferðast, rinda fyri seg.
Alternativið er, at eitt undirskot skal flytast yvir á eina almenna fíggjarlóg soleiðis, sum tað hevur verið seinastu mongu árini.

Frøast um framstig
Tá ið tað nú eftir fleiri ára tíggju endiliga røkist fyri at fara at byggja flogvøllin út, haldi eg tað vera uppá sítt pláss at frøast um tað, heldur enn við afturhaldssinni at illneitast inn á eina uppá seg avmarkaða hækking av nýtslugjøldunum.

Rættar upplýsingar eru neyðugar
Sosialurin eigur at gera eitt betri kelduarbeiði og tryggja sær, at tøl og upplýsingar annars eru røtt. Á tann hátt ber eisini til at fáa oddagreinar, ið nærkast sannleikanum.

Teir 200.001 kundarnir hjá Vága Floghavn kunnu síggja fram til eina spennandi framtíð við nýggjum møguleikum og grundarlagi fyri effektivum rakstri.

Dávid Reinert Hansen
Forstjóri
P/F Vága Floghavn