01.10.2012

Síðsta skotið latið av 2012

Arbeiðið við at gera øki sunnanfyri flogbreytina, har gamalt spreingievni bleiv funnið á sumri í 2011, er um at vera liðugt.

Arbeiðið er væl úr hondum greitt, har dentur er lagdur á, at fremja arbeiðið á tryggan hátt.

Síðsta skotið, í eini røð av skotum, varð latið av mikudagin 26. september.
Síðani verður økið javnað, og mold lagt á.

Nakað av trygdarhegni verður sett upp afturat, og tænastuvegur sunnanfyri verður gjørdur liðugur.
Ymsar smáar ábøtur eru eisini eftir at gera, áðrenn arbeiðsplássið verður endaliga rigga av.

Væntandi ganga einar 2-3 vikur, áðrenn allir snøklar eru gjørdir.


Fleiri myndir kunnu síggjast her á síðuni undir – Útbygging flogbreyt ella Útbygging farstøð / Myndasavn 2012, 2011 og 2010.