19.03.2010

Sáttmáli um leinging av flogvøllinum undirskrivaður

P/F Vága Floghavn hevur í dag undirskrivað sáttmála við J&K Petersen Contractors P/F um leinging av flogvøllinum til 1799 metrar.

Sáttmálaupphæddin fyri hesa arbeiðstøkuna áljóðar 131 milliónir krónur. Arbeiðstøkan fevnir um gerð av trygdarøki á sunnaru síðu av vøllinum, javning av trygdarøkinum á norðaru síðu, uppfylling við endarnar á verandi vølli ávíkavíst 350 metrar eystureftir og 200 metrar vestureftir, umframt nýggj trygdarøki uppá 150 metrar við endarnar á vøllinum. Arbeiðstøkan fevnir eisini um nýggj innflúgvingarljós, nýggjan top til tornið og niðurtøku av ymsum bygningum.

Arbeiðstakarin fer alt fyri eitt undir at rigga til og væntandi byrjar arbeiðið um mánaðarskiftið apríl/mai. Arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt við árslok 2011.

Umframt hesa arbeiðstøkuna skulu onnur arbeiði gerast so sum veiting og uppseting av nýggjum innflúgvingartólum, eins og útreiðslur eru til útvegan av lendi, byggileiðslu og eftirlit við meira.

Við lága tilboðsprísinum, er samlaði kostnaðurin av at leingja flogvøllin endurskoðaður og er samlaða metingin nú 221 milliónir krónur við eini óvissu uppá +/- 6 milliónum krónum. Hetta er væl minni enn metingin frá oktober 2009, ið var uppá 286 milliónir krónur við eini óvissu uppá 22 milliónir krónur.

Stóri munurin í millum metingarnar stavar einamest frá broytingini í marknaðarstøðuni innan byggivinnuna, síðani fyrra metingin varð gjørd, og frá kappingarføru støðuni hjá J&K Petersen Contractors, ið hevur Føroyar sum heimamarknað.

P/F Vága Floghavn fegnast um at sáttmálin um leinging av flogvøllinum nú er undirskrivaður og sær fram til eitt gott samstarv við J&K Petersen Contractors um hetta týdningarmikla arbeiði.