11.11.2010

Sáttmáli um leinging av flogvøllinum tekur hædd fyri størri nøgd av gróti

Arbeiðstøkusáttmálin millum Vága Floghavn og J&K Petersen tekur hædd fyri, at størri nøgdir av gróti skulu takast burtur í sambandi við leingingina av flogvøllinum

Nú tíðindi verða borin um grótnøgdirnar í sambandi við leinging av flogvøllinum, vil Vága Floghavn nýta høvið at kunna um málið.

Við uppmáting er staðfest, at nøgdirnar, sum skulu takast burtur, fyri at víðka trygdarøkini fram við vøllinum, eru umleið 1,6 mió rúmmetrar av mold, eyri og hellu.

Tilsvarandi nøgdin í tilboðslistanum er umleið 1,3 mió rúmmetrar.

Harvið er ein munur millum mettu nøgdina av gróti og ta nøgd, ið skal takast burtur. Tað hevur skapað yvirskriftir í fjølmiðlum, sum eru misvísandi.

Sáttmálin er dekkandi
Arbeiðstøkusáttmálin millum J&K Petersen og Vága Floghavn tekur hædd fyri, at munur kann vera millum tað arbeiði, sum neyðugt er at gera, og tað sum er fyriskrivað í tilboðslistanum.
 
Sáttmálin er gjørdur á tann hátt, at tað í tilboðslistanum eru nevndar veitingar, ið tørvur er á, og hvussu nógvar eindir av veitingini tað vegleiðandi skulu veitast. Arbeiðstakarin hevur í tilboði sínum givið ein einleikaprís fyri ymsu veitingarnar.

Tá ið arbeiðið er framt, verður talt upp, hvussu nógvar eindir eru veittar av hvørjum slagi, og goldið verður í mun til hetta. Til tess ikki at kunna krevja tað órímiliga, eru ávís mørk sett fyri, hvussu stórur munur kann vera millum ta vegleiðandi nøgdina og ta nøgdina, ið endaliga verður veitt.

Hóast munurin í grótnøgd uppá 0,3 mió rúmmetrar er lutfalsliga stórur, so er munurin innan fyri tað, ið sáttmálin loyvir.

Innan fyri fíggjarkarmin
Arbeiðstøkusáttmálin við J&K Petersen, sum í høvuðsheitum fevnir um lendisarbeiðið, er uppá 131 mió. kr.

Tá ið sáttmálin varð skrivaður undir í mars í ár, varð samlaða kostnaðarmetingin fyri leingingina við tekniskum innleggingum og tólum, ognartøku og øðrum neyðugum arbeiðum og veitingum gjørd upp til 221 mió. kr við eini óvissu uppá 6 mió kr mió. kr.

Til tess at tryggja sær, at arbeiðið skal kunna gjøgnumførast innan fyri ta fígging, sum Vága Floghavn hevur tøka, hevur felagið sett pengar av svarandi til kostnaðarmetingina og óvissuna.
 
Sostatt kann staðfestast, at viðurskiftini í sambandi við meirnøgdirnar av gróti, mótvegis arbeiðstakaranum, eru reguleraði í arbeiðstøkusáttmálanum, ið tekur hædd fyri, at broytingar koma í avtalaðu veitingunum.

Somuleiðis kann staðfestast, at Vága Floghavn við stórari vissu kann gjøgnumføra ætlaðu leingingina innan fyri tøku fíggjarkarmarnar.
 

Dávid Reinert Hansen
Forstjóri
P/F Vága Floghavn