28.08.2012

Sáttmáli um bygging av nýggjum tænastubygningi og farstøð í Vágum undirskrivaður

P/F Vága Floghavn hevur í dag undirskrivað sáttmála við Articon um at byggja nýggjan tænastubygning og farstøð.

Sáttmálaupphæddin fevnir um 109.9 milliónir krónur. Arbeiðstøkan fevnir millum annað um at gera standpláss frammanfyri tænastubygningin og farstøðina, uppfylling, komu og frákoyringarvegir, nýggjan tænastubygning, farstøð og annað.

Arbeiðstakarin fer nú alt fyri eitt undir at rigga til og væntandi byrjar arbeiðið um mánaðarskifti oktobur/novembur. Alt arbeiðið skal eftir ætlan vera liðugt á várið 2014.

Articon hevði lægsta tilboðið við 125 milliónum krónum. FAERPORT hevði mett samlaða kostnaðin til at vera 102 milliónir krónur. Síðan 27. juli hava Articon, FAERPORT og Vága Floghavn arbeitt við at fáa kostnaðin nærri teimum 102 milliónunum áljóðandi metingina.

Við umraðfestingum og øðrum hevur tað eydnast at koma ásamt um at arbeiði kann fara í gongd innanfyri nýggju rammuna sum nú er 109.9 milliónir krónur.

P/F Vága Floghavn fegnast um at sáttmálin um bygging av nýggjum tænastubygningi og farstøð nú er undirskrivaður og sær fram til eitt gott samstarv við Articon um hetta týdningarmikla arbeiði fyri føroyska flogvinnu og menning av hesari.