05.05.2008

Óbroytt ferðafólkatal í apríl

Higartil í ár hevur verið framgongd á øllum farleiðum uttan á Íslandsleiðunum

Í apríl í ár eru 16.685 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 0,1% fleiri enn í apríl í fjør, tá talið var 16.671. Í ár lógu allar páskirnar í mars mánaða, meðan páskaflogferðslan í fjør var bæði í mars og í apríl. Hettar ávirkar sostatt ferðafólkatalið í apríl nakað.

Higartil í ár hava tilsamans 61.274 fólk ferðast um floghavnina. Hetta er 12,8% fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør, tá ferðafólkatalið var 54.315. Higartil í ár hevur vøkstur verið á øllum farleiðum uttan á Íslandsleiðunum, har afturgongdin hevur verið 26,5%.

Í apríl fóru og komu 426 flogfør, svarandi til ein vøkstur uppá 7,6% í mun til apríl í fjør.

Higartil í ár eru 1.776 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 20,2% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Hesin vøkstur stavar í stóran mun frá teirri frálandaflúgving, ið hevur verið higartil í ár. Í løtuni er ongin frálandaflúgving.

Higartil í ár eru flutt 120,2 tons av flogposti og 140 tons av øðrum flogfarmi. Hetta er ein afturgongd uppá 16% av flogposti og 10,6% av øðrum flogfarmi í mun til somu tíð í fjør