23.09.2013

Nýggja farstøðin í Vágum reist

Nýggja farstøðin á flogvøllinum í Vágum bleiv reist fríggjadagin 20. sept. Í hesum sambandi bleiv ein lítil samkoma hildin í hølunum hjá Articon í Vágum.
Av flogvøllinum ljóðar at arbeiði gongur væl og væntandi standa bæði farstøð og tænastubygningur klárir í maj 2014.
Vága Floghavn, saman við Articon og FAERPORT-samtakinum standa saman um arbeiði.
Núverandi farstøð er bygd til at taka ímóti 100.000 ferðafólkum; í 2012 fóru 225.000 ferðafólk umvegis Vága Floghavn.