22.04.2010

Lofthavið við Vága Floghavn stongt

Naviair, ið umsitur føroyska lofthavið, hevur í kvøld kl. 18.41 føroyska tíð boðað frá, at miðsavnanin av gosøsku við Føroyar økist upp um eitt hægri stig (sona 1), við hesari avleiðing:

Føroyskt lofthav er afturlatið frá klokkan 18:00 UTC til klokkan 06:00 UTC (hin 23. apríl 2010).

Føroyskt lofthav er "EKVG TIZ", og er lofthavið í ein radius av 60 fjórðingum úr Nólsoy, knattstøða 61 57 29.32N 006 37 00.12W frá jørð upp til 7.500 fót (nærum 2½ km).

Næsta fráboðan væntast millum klokkan 23:00 og 24:00 (22. apríl, føroysk summartíð)