27.07.2012

Licitatión av tænastubygningum, farstøð v.m.

Arbeiðið at gera nýggja farstøð og tænastubygningar á flogvøllinum varð boðið út 22.06.2012, og í dag hevur verið lisitatión. Fimm undangóðkendar fyritøkur fingu møguleikan at bjóða uppá høvuðsarbeiðstøkuna, og úrslitini vóru hesi:


Articon                      Kr. 125.640.096,00
Búsetur                     Kr. 157.751.306,00
E. Phil & Søn Føroyar   Kr. 160.895.014,00
J&K Petersen              Kr. 153.328.694,00
TG-Verk                     Kr. 142.791.695,02

Metingin av arbeiðstøkuni var: Kr. 102.000.000,00

Vága Floghavn fer komandi tíðina saman við ráðgevunum at gjøgnumganga og eftirkanna tilboðini so farast kann undir samráðingar um arbeiðstøkusáttmála. Eftir ætlan skal arbeiðið byrja, so skjótt sáttmálin er komin uppá pláss.