KUNNING Í SAMBANDI VIÐ CORONA
12.03.2020

KUNNING Í SAMBANDI VIÐ CORONA

(Dagført 21. nov. 2021)

 

Krav í sambandi við komu til Føroyar

Farsóttarnevndin krevur koronakanning við markið av øllum, sum ikki kunnu vísa koronapass. Tað vil siga, at kanst tú ikki vísa váttan fyri at tú ert:

  • fult koppsett-/ur,
  • hevur eina koronakanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar,
  • ella hevur havt korona (váttan við PCR-kanning) innanfyri seinasta árið,

skalt tú kannast við komu til Føroyar. Sí nærri kunning á korona.fo

 

Tilmæli um kanning 2 dagar eftir komu til Føroyar

Mælt verður til, at fólk lata seg kanna tveir dagar aftaná komu til Føroya. Heitt verður á fólk um at vera serliga varin til tey hava fingið svar uppá kanningina annan dagin eftir komu.

 

Í sambandi við ferðing verður framvegis víst til tilmæli og vegleiðingar frá myndugleikunum, sí hesa leinkju á korona.fo.

Heitt verður á ferðandi til og úr Føroyum at kunna seg væl um nýggjastu reglurnar og tilmælini í góðari tíð undan ætlaða fráferð.

 

Tá tú ferðast um flogvøllin

Í Vága Floghavn seta vit altíð trygdina í hásæti, samstundis sum vit ynskja tær og tínum eina góða uppliving, tá tú ferðast um flogvøllin - eisini í hesum korona-tíðum.

Við gildi frá 21. oktober 2021 hevur Vága Floghavn slept kravinum um at bera andlitsmasku inni í terminalinum. 

Til tess at avmarka korona/kovid-19 smittuvandan, eru tó framvegis galdandi ávísar leiðreglur fyri tey ferðandi og onnur, sum hava síni ørindi á Vága Floghavn:

 

  • Coronasmitta spjaðir seg oftast, har nógv fólk savnast. Sjúkan smittar millum annað við lógvataki og smáum dropum frá hosta og njósi. Heitt verður á ferðandi um at ansa eftir sær sjálvum og øðrum við at fylgja almennu ráðunum um reinføri og samveru, m.a.:
    • Vaska tær ofta og væl um hendurnar
    • Spritta javnan hendurnar
    • Hosta ella njós í ermuna – ikki í hendurnar
    • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss
    • Halt hóskandi frástøðu (1,5 metur), tá ferðast verður millum onnur fólk
    • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast
    • Kennir tú teg sjúka ella hevur sjúkueyðkenni, ver so heima ella boða tína flogfelag frá áðrenn fráferð

 

  • Kafé'in í innskrivingarhøllini er fyribils afturlatin, men inni á Dutyfree-økinum í fráfaringarhøllini er kafé’in opin, og har ber til at fáa sær okkurt lætt til matna. 

 

  • Dutyfree handilin er opin sum vant.