02.08.2012

Juli setti met á flogvøllinum í Vágum

Ongantíð áður í søguni hjá Vága Floghavn hava so nógv folk ferðast umvegis flogvøllin sum í juli 2012.

Heili 33.169 ferðafólk vóru á flog við flogfari ella tyrlu, og er hetta ein vøkstur uppá 3780 ferðafólk ella 12.9% samanborðið við juli 2011. Hetta merkir, at 8258 fleiri ferðafólk hava ferðast umvegis flogvøllin higartil í ár samaborðið við 2011. Hetta er ein vøkstur uppá 6.8%.

Meira ferðsla og vøkstur á flest øllum leiðum hjá Atlantic Airways

Vøksturin á komum og fráferðum er góð 8%. Orsøkirnar til vøksturin eru millum annað, at Atlantic Airways hevur størri útboð, og at fleiri smærri og miðalstór útlendsk flogfør flúgva umvegis Vága Floghavn. Í juni og juli hevur týrluflúgvingin í sambandi við offshore virksemi eisini sett sín dám á virksemið á flogvøllinum.

Á Danmarkarleiðini er vøksturin frá januar til juli higartil 5% samanborðið við 2011 .
Tað er greitt, at offshore virksemi setur sín dám á tølini, bæði tá ið talan er um komur og fráferðir, og harvið eisini tølini av ferðafólkum sum flúgva ímillum Føroyar og Noreg. Samlaði vøksurin á Noregsleiðini er 25%, talið av ”vanligum” ferðafólkum á Noregsleiðini er mett til umleið 12%.

Vøksturin á Íslandsleiðini er umleið 4%.

Ferðslan umvegis Vága Floghavn veksur næstan hvørt ár. Samanber man tølini frá januar til juli 2002 við tølini frá januar til juli 2012 sæst, at vøksurin av ferðafólkum er heili 30%.
Meira áhugaverd tøl um ferðsluna umvegis Vága Floghavn eru at finna á www.fae.fo

Atlantic Airways 50% avsláttur av avgjøldum í sambandi við seinastu lágprískampagnuna hjá felagnum og avsláttur á nýggjum farleiðum.
 
Fyri at stimbra eftirspurningin eftir ferðaseðlum í tíðarskeiðum, har fólk vanliga ikki ferðast í sama mun sum til høgtíðir og feriur, valgdi Vága Floghavn í juni at gera eitt samstarv við Atlantic Airways har Atlantic Airways fekk 50% avsláttur av teimum ferðaseðlunum sum vóru seldir í sambandi við kampagnuna. Kampagnan fevndi um bíligarferðaseðlar í tíðarskeiðinum síðst í oktobur til fyrst í desembur.

Eisini hevur Vága Floghavn valgt at geva avsláttur til feløg sum menna nýggjar leiðir ímillum Føroyar og umheimin. Eitt nú fær Atlantic Airways avsláttur í avgjøldunum í sambandi við seldar ferðaseðlar ímillum Føroyar og Barcelona.

Orsøkin til at Vága Floghavn fer í slíkt samstarv við flutningsfeløg, sum brúka Vága Floghavn er, at Vága Floghavn vil stimbra eftirspurningin eftir flogferðum ímillum Føroyar og umheimin.

”Vága Floghavn er av teirri áskoðan at lægri ferðaseðlaprísir vilja økja um eftirspurningin og økja um hugin hjá bæði føroyingum at ferðast út í heim og hjá útlendingum at ferðast til Føroya. Kanningar hjá Vága Floghavn vísa, at higartil í ár eru ferðaseðlaprísirnir ímillum Føroyar og útheimin lækkaðir í mun til 2011, og hetta hevur avgjørt týdning fyri vøksturin í ferðafólkatalinum”; sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.