06.05.2010

Føroyskt luftrúm verður aftur stongt

Klokkan 15.05 lokala føroyska tíð boðar Naviair, ið umsitur føroyskt luftrúm, frá, at miðsavnan av gosøsku aftur økist í føroyskum luftrúmi og væntast at økjast til eitt hægri støði (sona 1).

Hetta førir við sær, at

Føroyskt luftrúm verður lutvíst stongt frá klokkan 18:00 UTC - kl. 19:00 lokala føroyska tíð 6. mai 2010 og verður heilt afturlatið frá klokkan 20:00 UTC - 21:00 lokala føroyska tíð 6. mai 2010.
Stongsulin varar fyribils til klokkan 12:00 UTC - kl. 13:00 lokal føroysk tíð tann 7. maj 2010.


Føroyskt luftrúm er "EKVG TIZ", og er luftrúmið við ein radius av 60 fjórðingum úr Borðuni í Nolsoy frá jørð/havyvirflatu upp til 7.500 fót (uml. 2½km).

Næsta dagføring væntast so skjótt sum nýggir upplýsingar eru tøkir.