11.10.2012

Ferðslan umvegis Vága Floghavn vaks við 32.1% í oktobur

Ferðslan umvegis Vága Floghavn heldur fram at vaksa.

Í oktobur var vøksturin heili 32.1% samanborið við oktobur í 2011. Higartil í ár er samlaði vøksturin heili 10% ella 17877 ferðafólk.

Tað hendir nógv innan føroyska flogferðslu í hesum tíðum. Í desembur 2011 bleiv longda flogbreytin tikin í brúk; í mars 2012 lendi Airbus flogfarið hjá Atlantic Airways í Vágum fyri fyrstu ferð; í juni byrjaði oljuleiting á føroyska landgrunninum og í oktobur byrjaði Articon uppá arbeiðið at byggja nýggja farstøð og tænastubygningar.

Hetta, saman við vaksandi ferðafólkatalinum, ger at føroysk flog- og ferðavinna kann hava gott mót uppá framtíðina. Vøkstur í ferðafólkatalinum hevur verið á næstan øllum leiðunum hjá Atlantic Airways og nógv bendur á, at vøksturin heldur fram restina av árinum. Eisini er mongdin av flogfrakt økt munandi eins og talið av flogførum sum brúka flogvøllin sum millumstøð eisini økt.

”Um so er, at jaliga gongdin heldur sær, so vænta vit, at 2012 verður tað árið har ferðafólkatalið í Vágum setur met,” sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn. Núverandi met bleiv sett í 2008, tá ið 221.942 ferðafólk ferðaðust umvegis Vága Floghavn.
Ferða- og oljuvinna

Ferðafólkakanningar á flogvøllinum vísa, at tað er ein blanding av ymsum málbólkum sum ber framgongdina. Talið av útlendskum ferðafólkum er vaksandi, føroyingar ferðast eitt sindur meira og vaksandi virksemi er innan frálandavinnuna. Oljuboringin, sum fer fram á landgrunninum, hevur eisini sína jaligu ávirkan á tølini. Mett verður at oljuboringin stendur fyri ímillum 2.5% og 3% av samlaða vøkstrinum.

Prísurin ávirkar hugin at ferðast
Kanningar, sum Gallup ger fyri Vága Floghavn, vísa, at prísurin er avgerandi fyri, um fólk vilja ferðast ella ikki. Vísandi til seinastu kanning, so vildu fleiri føroyingar ferðast um kostnaðurin á flogferðaseðlunum var lægri, og tey sum ferðast siga, at tey vildu ferðast oftari um prísurin á flogferðum var lægri. Kanningin vísir eisini, at fólk higartil í 2012 halda seg at hava goldið minni fyri ferðaseðilin enn tey gjørdu í 2011.

Vága Floghavn, saman við Atlantic Airways, gjørdi eina roynd at stimbra ferðaseðlaeftirspurningin í novembur, við at Atlantic Airways eitt ávíst tíðarskeið lækkaði kostnaðin á flogferðum til og frá Føroyum munandi, samstundis sum Vága Floghavn setti síni nýtslugjøld niður í helvt. Úrslitið á tí herferðini verður at síggja tá ið novembur er farin afturum.

Vága Floghavn vil fegin vera við til at menna ferðsluna
Vága Floghavn fegnast um, at Vinnumálaráðið hevur raðfest menning av flogferðslu við teimum íløgum sum eru farnar fram seinastu árini, og ikki minst raðfest Visit Faroe Islands við at seta av heilar 16MDKK til marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannaland í útheiminum.

Ígjøgnum málrættaða og miðvísari marknaðarføring, hevur Vága Floghavn í ávísan mun valgt at vera við til at breiða kunnleikan til Føroyar sum ferðavinnuland ígjøgnum tíðindaskriv og útvalgdar lýsingar. Flogvøllurin hevur ímillum annað eisini luttikið á Vest Norden Travel Mart í oktobur til tess at fremja ferðavinnuáhugan fyri Føroyum.