13.01.2011

Ferðafólkatalið minkaði í 2010 við 1,8%

199.988 ferðafólk um Vága Floghavn í 2010

Í 2010 ferðaust 199.988 fólk um floghavnina. Hetta er 1,8% færri enn árið fyri, tá talið var 203.662.

Afturgongdin stavar í høvuðsheitum frá flúgvingini millum Føroyar og Danmark.
Á Noregsleiðunum hevur verið ein framgongd uppá 53,6%, Íslandsleiðunum 0,9% og á leiðunum til og frá Stórabretlandi uppá 10,6%.
Í samband við ta frálandavinnu, ið hevur verið í føroyskum sjógvi í ár, telur henda flúgving 2,1% af samlaða ferðafólkatalinum.

Í 2010 vóru 19 sonevndir stórir ferðadagar. Stórir ferðadagar eru dagar, har fleiri enn 1.000 ferðafólk eru komin og farin um floghavnina. Í 2008 og 2009 var hetta tal ávikavíst 29 og 20.

Í 2010 eru tilsamans 4.935 flogfør komin og farin um floghavnina. Hetta er 1,3% fleiri enn árið fyri. Aftur her ger frálandavinnan seg galdandi, har 5,6% av samlaðu komum og fráferðum vóru millum floghavnina og leitingarpallin.

Í december í fjør komu og fóru tilsamans 11.860 ferðafólk um floghavnina. Hetta var 6,8% færri enn í december árið fyri. Færri ferðafólk vóru á Danmarkarleiðunum í december enn sama mánaða árið fyri.

Í december í fjør komu og fóru tilsamans 295 flogfør. Hetta er 19% færri enn sama mánaða árið fyri, tá 364 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Færri fráferðir og komur vóru á Danmarkar-, Íslands- og Bretlandsleiðunum. Á Noregsleiðunum vóru hinvegin fleiri fráferðir og komur í december í fjør.

Í 2010 vóru flutt tilsamans 612,7 tons av flogfarmi, harav 270 tons av flogposti um floghavnina. Hetta er ein minking uppá 12,4%.

Útgreinaði hagtøl eru tøk á heimasíðuni hjá Vága Floghavn http://www.floghavn.fo