07.05.2008

Bjargingarvenjing

Týskvøldið 6. mai 2008 var bjargingarvenjing hildin við Vága Floghavn

07. mai 2008. Ein størri bjargingarvenjing var í kvøld hildin við Vága Floghavn.

Venjingin skuldi ímynda, at eitt flogfar var koyrt út av vestara enda av lendingarbreytini. Umframt sløkki- og bjargingarliðið við floghavnina luttóku sløkkiliðini úr Vestmanna, Kvívík, Sandavági/Miðvági og Sørvági. Herumframt luttóku løgreglan og bjargingartyrlan.