20.06.2011

Avtala um heildarráðgeving undirskrivað

Í kapping við trý onnur samtøk hevur føroyska samtakið, FAERPORT, vunnið kappingina at tekna nýggja farstøð í Vágum. Nýggja farstøðin fær altjóða snið og verður munandi rúmligari enn verandi farstøð

P/F Vága Floghavn og FAERPORT skrivaðu fríggjdagin 17. juni undir avtalu um, heildarráðgevingini í sambandi við projektering av nýggjari farstøð, tænastubygningum og uttanumsøkjum á flogvøllinum.

Innkomnu tilboðini vóru mett til tess at finna tilboðið, ið var til mestan fyrimun fyri floghavnina. Mett var út frá byggilistarligu verkætlanini, kostnað fyri ráðgevingina og ætlaðu skipanina av arbeiðinum. Uppskotið hjá FAERPORT fekk samanlagt hægstu metingina.

“P/F Vága Floghavn er fegið um avtaluna við FAERPORT. Uppskot teirra fevnir um eina samlaða ætlan, ið kann gera flogvallarbygningarnar og økið rundanum til eina byggilistarliga heild, ið liggur væl í lendinum. Tað verður eisini gjørligt framyvir at kunna víðka um bygningarnar samstundis sum heildin verður varðveitt,” sigur Dávid Reinert Hansen, forstjóri hjá Vága Floghavn.

Í FAERPORT samtakinum eru Árni Winther Arkitektar, Selmar Nielsen Arkitektur, Sofus M. Jakobsen ráðgevandi verkfrøðingar og LBF ráðgevandi verkfrøðingar. COWI Consult er undirráðgevi hjá samtakinum.

"Vit eru sera fegin um at hava vunnið útbjóðingina. Hetta vísir, at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar við umheimin bæði fakliga og fíggjarliga, og at tær eru førar fyri at átaka sær stórar og týðandi uppgávur," sigur Árni Winther, arkitektur í FAERPORT.

Í uppskotinum hjá FAERPORT er dentur lagdur á, at nýggi terminalurin skal hóska væl inn í lendið við flogvøllin. Miðskeiðis í bygninginum er ein stór bogað konstruktión, ið verður nýggja fráfaringarhøllin í Vágum.

"Vit hava í uppskotinum havt í huga, at bretar bygdu flogvøllin. Teir settu eftir seg nógvar barakkir, ið høvdu somu bogaðu konstruktión, sum vit hava brúkt. Bogaði bygningurin vísir á bretska upprunan hjá flogvøllinum og líkist samstundis eini altjóða fráfaringarhøll," sigur Árni Winther.

Projekteringsarbeiðið byrjar beinanvegin og fyrstu partarnir av arbeiðinum verða helst bodnir út komandi heyst.

Dávid Reinert Hansen, forstjóri
P/F Vága Floghavn

Árni Winther, arkitektur
FAERPORT