22.09.2011

Asfalt arbeiðið byrjar

Arbeiðið at leingja flogbreytina er komið so mikið áleiðis, at ein av komandi døgunum, verður asfalt lagt á longdu flogbreytar endarnar.
Byrjað verður við flogbreytar enda ímóti Vatninum, har arbeiðið at fínplanerað, er um at verða liðugt.

Nýggju innflúgvingarljósini móti Sørvági er nú eisini tendraði. Mastrarnar eru upp til 30 m høgar. Seinni verða blunk ljós sett upp, oman ímóti og niðri í bygdini.
Gomlu innflúgvingarljósini, hvørva undir fylluni og verða tí tikin burtur.