03.03.2010

1,7% færri ferðafólk í februar

Í februar ferðaust 10.589 fólk um Vága Floghavn. Hetta er 1,7% færri enn í februar í fjør, tá ferðafólkatalið var 10.770. Afturgongdin hevur verið á farleiðunum til og úr Danmark og Íslandi.

Fyrstu 2 mánaðarnar hava tilsamans 22.835 fólk ferðast um floghavnina. Tað er 2,6% færri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ferðafólkatalið var 23.439. Her stavar afturgongdin frá høvuðsfarleiðunum, nevniliga leiðunum til og úr Danmark.

Í februar fóru og komu 283 flogfør. Hetta er 6,4% fleiri enn í februar í fjør, tá 266 flogfør fóru og komu um floghavnina.

Fyrstu 2 mánaðarnar eru 622 flogfør komin og farin. Hetta er 9,5% fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Samlaði flogfarmurin fyrstu 2 mánaðarnar í ár hevur verið 93,6 tons móti 101,4 tonsum sama tíðarskeið í fjør. Hetta er ein afturgongd uppá 7,6%.

Útgreinaði hagtøl finnast á heimasíðu felagsins.