Leys størv

Tvey starvsfólk til trygdareftirlit og reingerð

Vága Floghavn søkir eftir tveimum starvsfólkum til trygdareftirlit og reingerð, at byrja sum skjótast.

Arbeiðstíðir

Arbeitt verður allar vikudagar, og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini. Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 06:00 og 16:00, og ímillum 15:00 og 23:00, men neyðugt kann eisini verða at arbeiða uttanfyri hesar tíðir. Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Tá ið arbeitt verður
í vikuskiftinum, falla frídagar vanligar gerandisdagar.

Arbeiðsuppgávur

Starvsfólkini verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð og arbeiði í trygdareftirlitinum um hendi í bygningunum á flogvøllinum.

Krøv

Umsøkjarar skulu vera kropsliga væl fyri og skulu duga at tosa føroyskt og enskt. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava royndir við reingerðararbeiði. Vága Floghavn syrgir fyri neyðugari útbúgving innan arbeiði í trygdareftirlitinum.

Setanartreytir

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Serligar treytir

Ein treyt fyri at arbeiða á Vága Floghavn er, at viðkomandi fær kravda trygdargóðkenning frá politinum.

Umsókn

Umsókn, saman við prógvum, viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 4. november kl. 24.

Umsókn skal sendast til: Vága Floghavn, Flogvøllurin 6, 380 Sørvágur, ella á t-post: haha@floghavn.fo.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Haldis Hansen, leiðara á reingerð, á telefon 784464, ella við at senda ein teldupost til haha@floghavn.fo


FAE Vága Floghavn
www.fae.fo

Vága Floghavn er loftvegis portrið í Føroyum fyri ferðandi til og frá útheiminum. Vága Floghavn varð yvirtikin av Føroya Landsstýri frá danska statinum í 2007, og verður rikin sum sjálvstøðugt partafelag, sum Føroya Landsstýri eigur. Vága Floghavn er í eini menningartilgongd og hevur havt stóran vøkstur í ferðafólkatali seinastu árini, eftir at lendingarbreytin varð longd, og nýggj Farstøð varð bygd. Hjá Vága Floghavn starvast 40 fólk, meðan tað hjá øllum virkjum, sum halda til á flogvøllinum, starvast út ímóti 200 fólk.