KUNNINGardiskur

Í fráfaringarhøllini hevur Vága Floghavn ein kunningardisk, har tú kanst fáa kunning um ymisk viðurskifti í sambandi við flogferðsluna, parkering, tax-free, buss-samband o.l. 

Um tú hevur fyrispurningar um flogferðaseðlar, seinkingar o.l., vinarliga set teg í samband við títt flogfelag.

Fyrispurningar um gloymt, burturmist ella skatt viðføri skulu stílast til Atlantic Airways tlf. 34 10 00 ella rcbagservice[ a]atlantic.fo.

Samband

Kunningardiskurin er vanliga opin í sambandi við fráferðir og komur, og kann hittast á tlf. 35 44 60 ella fae-info[ a]fae.fo.