Reglur um løgir í hondviðføri

Strangar reglur er um løgir (veskur), ið ferðandi mugu hava í hondviðførinum, tá farið verður á flog. Reglurnar umfata ikki tað innskrivaða viðførið.

EU hevur samtykt reglur, ið avmarka nøgdina av løgi, sum ferðafólk kunnu hava við sær í hondviðførinum, tá farið verður á flog. Reglurnar eru galdandi fyri øll ferðafólk, ið fara úr EU-floghavnum. EU-samtyktin av reglunum skal síggjast í ljósinum av støðuni í London 10. august 2006, tá bretskir myndugleikar avdúkaðu ætlanir um at sprongja flogfør í luftina við flótandi spreingiløgi.

Reglurnar merkja, at tað í framtíðini einans er loyvt at hava við sær smærri nøgdir av løgi og flótandi evnum í hondviðførinum. Samstundis verður nú kravt, at ferðafólk skullu úr yvirklæðum og taka farteldur og størri elektronik úr taskuni áðrenn farið verður gjøgnum trygdareftirlitið.

Loyvt at hava við:

Tá viðførið verður pakkað:

Í hondviðførinum er einans loyvt at hava við sær løgir ella flótandi evnir í ílati, sum i mesta lagi kan rúma 100 millilitrar (ein decilitur)
Tað er loyvt at hava meiri enn eitt ílat í hondviðførinum, tó ikki fleiri enn rúmast í einum gjøgnumskygdum 1-liturs posa, ið kann latast upp og aftur.

Í floghavnini:

Tann ferðandi skal í trygdareftirlitinum vísa tey íløt, ið tann ferðandi hevur við sær og sum rúma løgir og líknandi evnir.

Farast skal úr yvirklæðum (jakka, frakka o.l.), tí hetta skal gjøgnumlýsast fyri seg. Yvirklæðir skullu leggjast á viðførisbandið, áðrenn tann ferðandi fer gjøgnum trygdareftirlitið.

  • Eru størri elektronisk útgerð ? t.d. fartelda ? í hondviðførinum, skal henda eisini gjøgnumlýsast fyri seg, og skal tí takast úr taskuni og leggjast á viðførisbandið áðrenn tann ferðandi fer gjøgnum trygdareftirlitið.

  • Nýggju reglurnar koma í gildi mánadagin 6. novembur 2006 og galda í øllum floghavnum í EU, Noregi, Íslandi og Sveis. Somu reglur eru eisini galdandi fyri Vága Floghavn.

Løgir og líknandi evnir

Tá EU-reglurnar nevna løgir, gelé og líknandi evnir, fevnir hetta um annað og meira enn vatn og leskidrykkir. M.a. er talan um:

  • Løgir sum t.d. vatn, djús, saft, súpan og sirup

  • Luktilsi, rakisprit, kølnarvatn o.l.

  • Lutvíst flótandi evnir sum t.d. hársápa og tannkrem

  • Oljur og kremir, t.d. handsmyrsl ella sólkrem

  • Innihald í trýstíløtum, t.d. deodorantur, rakiskúm o.l.

  • Blandingar av føstum og flótandi evnum

Løgir og líknandi evnir mugu, smbrt. EU-reglunum, einans havast við í hondviðførinum í íløtum, sum í mesta lagi kunnu rúma 100 millilitrar (ein decilitur). Tað er tí av týdningi, at hin ferðandi, longu áðrenn farið verður heiman, tryggjar sær, at løgir og líknandi evnir í størst møguligan mun er lagt í ta innskrivaða viðførið (kuffertið).

Undantøk

Ávísir løgir og líknandi evnir eru undantikin frá EU-reglunum. Talan er m.a. um pinkubarna mat, heilivág o.a., sum loyvt er at hava við sær til brúk á flogferðini í størri nøgdum enn 100 millilitrar. Legg til merkis, at trygdarvørarnir kunnu krevja prógv fyri sanngildi av løginum.

Tað er framvegis møguligt at hava við sær løgir og líknandi evnir, ið eru keypt eftir at farið er gjøgnum trygdareftirlitið, um:

  • Tað er keypt í einum handli, har fráferðarkort verður víst (t.d. tollfríar sølur)

  • Tað er keypt umborð á einum flogfari hjá einum EU-flogfelag

Omanfyri nevndu vørur skullu tó goymast í einum innsiglaðum posa líka til ferðamálið.

Sjá annars Løgir í hondviðføri >>