Løgir í hondviðføri

Avmarkingar av løgi í hondviðførinum

Loyvt er at hava við sær í hondviðførinum, tá farið verður gjøgnum trygdareftirlitið:

  • Íløt, ið rúma løgir, gelé og sirm, mugu í mesta lagi kunna rúma 100 millilitrar (ein decilitur).

  • Íløtini (fløskur, dósir, tubur osfr.) skullu kunnu vera í einum gjøgnumskygdum ein-liturs posa, ið skal kunna latast upp og aftur.

  • Løgir og líknandi evnir umfata geléir, smyrsl, blandingar av flótandi og føstum evnum eins og innihaldið í íløtum undir trýsti, t.d. vatn tannkrem, hárgelé, drykkjuvørur, súpan, saft, luktilsi, rakiskúm, aerosolsirm og onnur evnir av líknandi samanseting.

  • Herumframt kann til brúk á flogferðini havast við heilivágur, matur til pinkubørn og løgur í er partur av rakføði.

Gevið gætur, at posin við løgi og møguligum heilivági, mati til pinkubørn og flótandi rakføði skal vísast í trygdareftirlitinum í floghavnini. Legg til merkis, at trygdarvørarnir kunnu krevja prógv fyri sanngildi av løginum.