Pass OG VISUM

Sum ferðandi hevur tú sjálv/ur ábyrgdina av at kanna og halda pass- og visumreglurnar í landinum, sum tú ferðast til. Ymsar reglur eru galdandi á teimum ymsu ferðamálunum. 

Mælt verður altíð til at hava passið við á ferðini. 

Norðurlond:

Sum meginregla er ikki neyðugt við passi, tá ið tú ferðast í Norðurlondunum. Tá er nóg mikið við gyldugum samleikaprógvi við mynd, so sum koyrikort. 

Onnur lond: 

Á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum sært tú, hvørjar reglur eru galdandi fyri onnur lond, ella hvar tú skalt venda tær fyri at kanna hetta nærri. 

 

Tað er løgreglan, sum er passmyndugleiki í Føroyum. Upplýsingar um passumsóknir, burturmist pass o.a. kunnu síggjast her.