Gjøld fyri parkering
Parkeringsskipanin skrásetir allar bilar, ið koma inn á økið hjá Vága Floghavn. Fyrstu 2 tímarnir eru ókeypis; hareftir skal gjaldast fyri parkeringina.
YVIRLIT YVIR GJØLD (Galdandi frá 2 Apríl 2019)
Møguleikar at rinda fyri parkering
Sum vitjandi við bili á parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn bjóða vit tær fleiri møguleikar at gjalda fyri parkering - í gjaldsautomatum á staðnum, á heimasíðuni ella gjøgnum appina EasyPark. Tú kanst eisini rinda fyri parkeringina í Kunningardiskinum inni í terminalinum.
Um tú ikki rindar fyri parkering áðrenn tú fert av parkeringsøkinum, senda vit tær rokning við postinum. Tá verður eitt avgreiðslugjald á kr. 50 lagt afturat parkeringsgjaldinum.
EasyPark
Hesin gjaldsmøguleikin er serliga fyri teg, ið javnan ferðast um flogvøllin. EasyPark appin finst á bæði á App Store ella Google Play. Tá tú hevur meldað til í appini, fert tú inn á telefonina og avgreiðir parkeringina har – lætt og einfalt. Vegleiðing til nýtslu av EasyPark appini finst her.
EasyPark tekur eitt avgreiðslugjald svarandi til 15% av gjaldinum, tó í mesta lagi kr. 19,- fyri hvørja parkering.
EasyPark er norðurlendsk fyritøka og ein av størstu veitarum av parkeringstænastum í Europa. Hetta merkir, at tú, umframt á Vága Floghavn, kanst nýta app-tænasturnar frá EasyPark í nógvum øðrum londum.
Um tú velur at brúka EasyPark appina, mást tú fyrst góðtaka nýtslutreytirnar hjá EasyPark, undir hesum geva títt samtykki til, at EasyPark viðger persónsupplýsingar, sum krevjast í sambandi við nýtsluna av appini, m.a. nummarplátu og gjaldskortupplýsingar. Við hesum góðtekur tú eisini, at tínar persónsupplýsingar verða fluttar til og viðgjørdar í ES. Vit heita á brúkarar av appini at kunna seg um, hvussu Easypark viðger persónsupplýsingar. Hendan kunning kann lesast í appini ella á heimasíðuni hjá EasyPark, sí leinkju.
Tað er EasyPark Danmark, sum er dátuábyrgdari fyri viðgerðini av tínum persónsupplýsingum. Umboð fyri EasyPark Í Føroyum er Kári Davidsen, advotkatur (kda[a]faroelaw.fo).
Árshald
Hjá fólki, ið tíðum ferðast um Vága Floghavn við bili, er møguligt at keypa eitt árshald. Kostnaðurin fyri eitt árshald sæst á galdandi yvirliti yvir parkeringsgjøld.
Set teg í samband við skrivstovuna hjá Vága Floghavn tel. 35 44 00 ella við at senda ein teldupost til fae[ a]fae.fo fyri at tekna árshald.