Viðføri

Nýggj ES-fyriskipan inniheldur eitt felags yvirlit yvir lutir, ið ikki mugu havast við í tey trygdarvardu økir í eini floghavn og umborð í flogfør. Somuleiðis er eitt yvirlit yvir lutir, ið ikki mugu havast við í tí innskrivaða ferðagóðsinum.

Fyriskipanin treytar somuleiðis, at ferðafólk bæði áðrenn og við innskriving greitt verða upplýst, hvørjir lutir eru bannaðir at hava við sær.

Fyriskipanin er gjørd eftir áheitan frá altjóða loftferðslufelagsskapinum ICAO -International Civil Aviation Organisation

Minstayvirlit yvir bannaðar lutir (16 KB)

Trygdarvørar í eini floghavn kunnu - til eina og hvørja tíð - vísa burtur lutir, ið ikki finnast í yvirlitinum, um lutirnir elva til ekka.

Felags ES-reglur fyri bannaðar lutir í m.ø. hondviðføri

Hin 15. januar 2004 kunngjørdi EU Kommissiónin eina broyting í Fyriskipan Nr. 622/2003 um tiltøk til fremjan av grundleggjandi felags reglum fyri loftferðslutrygd (Fyriskipan Nr. 68/2004 frá 15. januar 2004).

Leinkja til ES-fyriskipanina (96 KB)

Hvussu nógv er loyvt at hava við sær?

Við atliti til loftferðslutrygdina er hámark sett fyri, hvussu nógv tað innskrivaða viðføri má viga. Hetta er grundað á m.a. týdningin, at flogmanningin er vitandi um nágreiniligu vektina á flogfarinum, íroknað brennievni, ferðagóðs, ferðafólk osfr., tá fráferðin skal útroknast. Set teg í samband við ferðaskrivstovuna ella flogfelagið fyri at fáa kunning um neyv tøl fyri hondviðføri og innskrivað viðføri.