Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysarum
09.03.2016

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysarum

Vága Floghavn søkir eftir frítíðaravloysarum til reingerð í summar.

2 fólk frá 16. mai til 31. august
2 fólk frá 27. juni til 31. august

Arbeitt verður allar vikudagar og dagurin er í stóran mun tillagaður eftir flúgvingini.
Mesta arbeiðstíðin liggur ímillum kl. 8 og 21, men neyðugt kann eisini verða arbeiða uttanfyri hesar tíðir.

Tá arbeitt verður í vikuskiftinum fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Sørvágs Arbeiðarafelag.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Jóannes Ortind á telefon 354410 ella við at senda ein teldupost til joor@floghavn.fo

Umsókn við lýsing av møguligum royndum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. apríl 2016

Ein treyt fyri at kunna arbeiða á Vága Floghavn er at politiið góðkennir viðkomandi.

Umsókn skal sendast til:
Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
380 Sørvágur
ella t-post: floghavn@floghavn.fo