SAS fer at flúgva uppá Føroyar
13.10.2016

SAS fer at flúgva uppá Føroyar

Í mars 2017 byrjar SAS at flúgva uppá Føroyar, tað verður gjørt við at byrja eina rutu millum Keypmannahavn og Vágar.

SAS kemur at brúka tvey sløg av flogførum til Føroyarutuna, eitt Airbus 319 við 141 setrum og eitt Airbus 320 við 168 setrum. SAS byrjar flúgvingina 27. mars og fer at hava eina fráferð úr Vágum um dagin.