Lisitatión hevur verið til útbygging av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn
01.06.2016

Lisitatión hevur verið til útbygging av parkeringsøkinum hjá Vága Floghavn

31. maj 2016 var lisitatión uppá arbeiði at útbyggja parkeringsøki hjá Vága Floghavn og bygging av lonum til ferðafólk á sjálvum parkeringsøkinum.

Ætlanin er, at parkeringsøki verður víðka frá teimum 330 parkeringspláss sum eru í dag, til umleið 830 parkeringspláss. Harumframt koma parkeringspláss til starvsfólk og annað. Samlaða arbeiðsøki er 38.760kvm.

Spf. Ráð hevur staðið fyri heildarráðgevingini, og Zeta Arkitektar hava sniðgivið øki og Spf. Viggo A. Hansen hevur ráðgivið í samband el og ljós. Metingin uppá arbeiði var 42,9MDKK

Fýra virkir vóru boðin at lata inn tilboð uppá arbeiði, og inn komu trý tilboð um arbeiðstøku. Inn komu hesi tilboðini: J&K Petersen 40,5MDKK og Articon 42,5MDKK og TG Verk 44,7MDKK 

"Vit fara nú saman við ráðgevunum at gjøgnumganga tilboðini, og hyggja nærmari uppá tey møguligu fyrivarni sum liggja til grund fyri tilboðunum", sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.