Fúrstin av Monaco vitjar Vága Floghavn
22.07.2009

Fúrstin av Monaco vitjar Vága Floghavn

21. juli 2009. Vága Floghavn hevur í dag havt mæta vitjan. Tað er fúrstin av Monaco, Albert prinsur, ið er komin á óalmenna vitjan í Føroyum. Fúrstin kom við egnum flogfari, einum Falcon 900EX. Flogfarið, ið hevur 3 jetmotorar, er framleitt av fronsku flogverksmiðjuni Dassault.