P/f Vága Floghavn

P/f Vága Floghavn stendur fyri rakstrinum av Vága Floghavn og er ogn hjá almennu Føroyum. Starvsfólkini virka fyri, at tað skal vera gott og trygt at ferðast um flogvøllin, sum er portrið millum Føroyar og útheimin.

Aðrar týðandi uppgávur eru at virka fyri einum sunnum rakstri á handilsligum grundarlagi, útbygging av flogvøllinum og farstøðini, eins og støðug menning av virkseminum annars.

Fyritreytirnar fyri loftvegis sambandi ímillum Føroyar og umheimin er eru batnaðar nógv seinastu árini. Í 2011 varð flogbreytin longd úr 1250 til 1799 metrar. Longda flogbreytin merkir, at flogvøllurin kann taka ímóti væl størri flogførum enn áður. Í 2014 var arbeiðið at byggja nýggjan tænastubygning og farstøð liðugt. Nýggj innflúgvingartól hava eisini bøtt munandi um reglusemið á flogvøllinum. 

Til tess at fremja vøkstur umvegis flogvøllin, hevur Vága Floghavn tætt samstarv við almennar myndugleikar, føroyskara ferðavinnu og føroyskt vinnulív.

Samband

Vága Floghavn
FO-380 Sørvágur
Faroe Islands

Tel:(+298) 35 44 00


floghavn[ a]floghavn.fo

Kort


Síggj kortið í fullari skermstødd