Vinnarin av verkætlanarkappingini kunngjørdur
06.06.2025

Vinnarin av verkætlanarkappingini kunngjørdur

Týsdagin 10. juni kl 16 bjóðar Vága Floghavn til almenna samkomu í Kirkjuhúsinum í Sørvági, har tey fýra uppskotini í verkætlanarkappingini um út– og umbygging av farstøðini í Vága Floghavn verða sýnd fram, og vinnarin verður avdúkaður.

Í fjør heyst varð lýst eftir umsóknum um undangóðkenning. Átta umsóknir komu inn, og av teimum blivu fýra toymi undangóðkend at taka lut í verkætlanarkappingini.

Tey fýra toymini í kappingini eru:

  • AFRY Danmark A/S saman við Gottlieb Paludan og Advansia
  • Henning Larsen NA saman við LBF, PBC og Rambøll
  • SMJ saman við Kontrast Arkitektar, Zeso Arkitekter, Spenn og Niras
  • SNA saman við LBF, PBC og Cowi

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið týsdagin, har modell av øllum fýra verkætlanaruppskotunum við tilhoyrandi plansjum verða at síggja.