01.06.2015

Vága Floghavn væl á veg til nýtt met

Vága Floghavn tók ímóti 23.987 ferðafólkum í mai, og tað er ein vøkstur uppá gott 2000 ferðafólk í mun til mai síðsta ár. Higartil í ár hava 94.779 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Tað eru 10.000 fleiri enn somu tíð í 2014 ella ein vøkstur uppá 11,7%

Framgongd er á øllum føstu leiðunum, sum føra føroyingar og útlendingar loftvegis ímillum Føroyar og umheimin, og heldur vøksturin fram, so verður metið frá 2014 tikið.

Vøksturin á danmarkarleiðunum er 8%; ímeðan 30% fleiri hava ferðast til Noregs, 8% fleiri til Íslands og vøksturin til og frá Bretlandi er heili 67%.

“Vit eru væl nøgd við, at vøksturin heldur fram, og at tað virkar sum fólk hava tikið væl ímóti nýggju møguleikunum at ferðast beinleiðis til eitt nú Skotland og Bergen. Eisini síggja vit fleiri útlendsk ferðafólk, og hetta er avgerandi fyri framhaldandi vøkstur á flogvøllinum, tí tað er eitt mark fyri, hvussu nógv føroyingar kunnu ferðast”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.

“Vit gleða okkum til summarið, og eisini verður spennandi at vita, hvussu ferðafólkini fara at taka ímóti nýggju leiðunum til og frá Føroyum. Mallorca er eitt ferðamál, sum vit eru spent uppá og vóna at føroyingar fara at taka til sín, sigur stjórin á Vága Floghavn at enda.

17. juni verður nýggja farstøðin 1 ár, og arbeitt verður framhaldandi við at tilpassa bygningin til tørvin hjá ferðafólkunum. Hetta arbeiði heldur fram komandi tíðina. Í næstum kemur Duty Free FAE eisini út við einari loyalitetsskipan og einari prebooking-skipan, sum fer at gera tað møguligt