08.03.2015

Vága Floghavn lækkar ferðafólkagjaldið

Vága Floghavn lækkar ferðafólkagjaldið 1.maj. Gjaldið fer úr 185 krónum niður í 165 krónur fyri ferðafólkið. Vága Floghavn vil hava tað so bíligt, sum gjørligt, at ferðast um vøllin

Vága Floghavn hevur heitt á Johan Dahl, landsstyrismann, at lækka ferðafólkagjaldið soleiðis, at tað verður bíligari at ferðast um flogvøllin. Og hesum hevur landsstýrismaðurin játtað.

Ferðafólkagjaldið fer úr 185 krónum niður í 165 krónur fyri ferðafólkið frá 1. maj 2015. Til sammetingar kann nevnast, at ferðafólkagjaldi á flogvøllinum í Kastrup er 175 krónur fyri hvønn ferðandi.

Umframt lægri ferðafólkagjald, fer Vága Floghavn í ár eisini at bøta um parkeringsviðurskiftini og at byggja parkeringsøki út fyri 10 milliónir krónur.

Økt virksemi

Longda flogbreytin og betri umstøður á sjálvum flogvøllinum hava havt við sær, at Atlantic Airways hevur havt møguleikan at ment virksemið við størri flogførum og betri reglusemi í flúgvingini.

Økta ferðafólkatalið hevur givið flogvøllinum hægri inntøkur. Harumframt hevur nýggja farstøðin borið við sær meira virksemi í Vága Floghavn, og aðrar meirinntøkur stava m.a. frá tollfríu søluni í nýggju farstøðini.

- Lægri ferðafólkagjald fer í fyrstu atløgu at kosta Vága Floghavn 2,6 milliónir krónur, men vit vænta, at alsamt fleiri fólk fara ferðast um vøllin, tí ferðaseðlarnir eru vorðnir bíligari, sigur Kitty May Ellefsen, nevndarforkvinna í Vága Floghavn.

Hon vísir í hesum viðfangi á, at flogvallir við lágum avgjøldum vinna í kappingini, tá talan er um, hvagar flogfør velja at flúgva. Vága Floghavn fegnast eisini um, at Atlantic Airways í 2015 hevur valt at menna nýggjar leiðir til og úr Føroyum. Nevnd og leiðsla í Vága Floghavn hava tískil avgjørt at geva Atlantic Airways fullan byrjanarstuðul til nýggju farleiðirnar til Edinburgh og Mallorca.

Útbyggingar at kalla lidnar

Eftir at stórar íløgur eru gjørdar í eina longda flogbreyt, nýggj innflúgvingartól, nýggja farstøð og fleiri parkeringsøkir, hevur Vága Floghavn nógv betri hóming av, hvat meira krevst fyri at gera umstøðurnar á flogvøllinum uppaftur betri.

-Vit hava gott grundarlag at menna flogvøllin enn meira við eitt nú betri tænastum, parkeringsøkjum og øktum reglusemi. Tað er hugaligt, at vit bæði kunnu lækka ferðafólkagjaldið og gera nýggjar íløgur, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.
Nevnd og leiðsla í Vága Floghavn staðfesta, at útbyggingin á flogvøllinum er komin undir land, og at fíggjarætlanir og íløgukostnaðurin hava verið hildin á einum nøktandi lágum støði, samstundis sum tíðarætlanin eisini er hildin.

Vinaliga
Vága Floghavn